Havstovan: Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar byrjaðu at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur úti á djúpum, uttan fyri norska landgrunnin. Nøgdirnar norðan fyri Føroyar vóru nakað tær somu sum í fjør.
Úrslitini verða brúkt í makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd komandi vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.
Í ár vóru úrslitini fyri sild og svartkjaft ikki tøk til stovnsmetingarfundin, men verða roknaði seinni í heyst.
Les frágreiðingina her.
Eydna í Homrum
24. august 2023
Mynd 1. Útbreiðsla og nøgd (tons) av makreli í yvirlitstrolingini summarið 2023.
Mynd 2. Vísitalið fyri nøgd av makreli í yvirlitstrolingini á sumri (milliónir tons), tíðarskeiðið 2007-2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald