Vinna

Minkandi søla av sethúsum, men stórar príshækkingar um alt landið

Í fjør var ein stórur triðingur av sethúsasølunum í smærri bygdum, júst ein triðingur í størri bygdum og býum og ein lítil triðingur í høvuðsstaðnum. Men miðalprísurin í høvuðsstaðnum var umleið tann dupulti av prísunum á bygd.

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2023-04-01 10:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

271 sethús vórðu seld í fjør, og tað var tað minsta tey síðstu tíggju árini. 99 í smærri bygdum, 90 í størri bygdum og býum og 82 í Tórshavnarøkinum.

Lægsta talið í hesi øldini var í 2009, tá 153 sethús vórðu seld, og metárið var 2015, tá 398 sethús vórðu seld. Minkingin tey síðstu tvey árini hevur verið um alt landið, men var serliga stór uttan fyri Tórshavnarøkið.

Miðalprísurin fyri eina sethús er tó nógv hægstur í Havn, samanborið við hvat eini sethús kosta í stórum og smáum bygdum í Føroyum. Í Havn var miðalprísurin fyri eini sethús 3,9 mió. kr., samanborið við 2,2 mió. kr. í stórum bygdum og býum og 1,8 mió. kr. í smábygdum.

Týdningarmikið fyrivarni

Aftast í hesi grein eru upplýsingar um keldu og avmarkingar í upplýsingunum hjá Hagstovuni. Her skal havast í huga, at hetta yvirlitið fevnir einans um sølu av sethúsum og ikki av íbúðarbústøðum. Tí kann eitt yvirlit av sethúsasølum ikki geva eitt nøktandi yvirlit yvir sølu av bústøðum. Serliga við tí í huga, at stórt tal av íbúðum er bygt seinastu árini:

Í tíðarskeiðnum 2015-2022 vóru tilsamans bygdir 1.524 nýggir bústaðir – 652 sethús og 872 íbúðir/raðhús. Av hesum vóru 311 sethús og 677 íbúðir/raðhús bygd í Streymoyar sýslu (mest í Tórshavnarøkinum). Hetta hevur sjávsagt eisini stóra ávirkan á søluna av sethúsum. 

Sølan av sethúsum minkað tvey tey síðstu árini

Eftir kreppuárini í fyrru helvt av 1990-unum vaks sølan av sethúsum spakuliga og kom fyribils í hæddina í 2007, beint áðrenn fíggjarkreppuna, við 300. So var eitt stórt fall niður móti helvtini í 2009-10. Síðani er sølan vaksin javnt og samt øll árini fram til 2015, ið er metár við 398 sethúsasølum. Eftir hetta minkaði sølan nógv tey næstu fýra árini, men vaks so aftur til tað næstmesta í 2020. Síðan er hon aftur minkað niður í 271 sethús í fjør. 


Sethúsaprísirnir hækkaðir meira uttan fyri enn í høvuðsstaðnum

Í 2007, t.e. beint áðrenn fíggjarkreppuna, var miðalprísurin fyri eini sethús í høvuðsstaðnum 2,3 mió. kr. Í fjør var hann 3,9 mió. kr. – ein vøkstur á 70%. Samstundis vaks miðalprísurin á sethúsum í stórum bygdum úr 1,2 mió. kr. til 2,2 mió. kr. – ein vøkstur á 81%, og í smærri bygdum vaks miðalprísurin úr 1 mió. kr. til stívliga 1,8 mió. kr. – ein vøkstur á 75%.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder