“Nú vit byrja royndarkoyringina av hesum ’Dragon 4’ er tað við virðismiklum royndum frá tí fyrra. Vit hava eitt fleksibult set-up í Vestmanna, sum ger, at eitt lítið toymi lættliga kann seta drekan saman, og seta hann út upp á stutta tíð og í at kalla øllum veðurlíkindum”, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto.
“Drekarnir síggja eins út, men dagføringar eru gjørdar á hesum seinna, út frá royndunum, sum vóru gjørdar við fyrra drekanum. Tað er gleðiligt at staðfesta, at hóast bara tríggir mánaðir eru millum sjósetingarnar, so er tað nóg mikið av tíð til at meta um, avgera, installera og royndarkoyra dagføringar, áðrenn drekin verður leveraður. Hetta vísir eisini, hvussu framleiðsluvinarlig okkara tøkni er”, sigur Bernt Erik Westre, framleiðslustjóri hjá Minesto.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald