Mentan

Mikkjalsmessuhald í Miðvágs kirkju

Sunnudagin, 28 sept, verður Mikkjalsmessuhald í Miðvágs kirkju kl 16.

2025-09-28 08:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mikkjalsmessa, sum er 29 sept, verður hildin einglinum Michaeli til heiðurs. Hjá okkum verður dagurin hildin, tá heystfjøllini vera gingin. Dagurin og tíðin geva høvi til djúphugsan um dagsins føði og um ikki at gloyma at " tað er Gud, ið gevur/ arbeiðsevni, tey tú hevur", sum Mikkjal á Ryggi sigur í sálminum: "Miskunnsami mildi Faðir".

Í hesum sambandi hugleiðir Jákup Reinert Hansen, lektari um náttúrufatanina hjá Mikkjali á Ryggi, - um skynsemi, takksemi og nøgdsemi.
Vágakórið luttekur. Og góður drekkamunnur verður aftaná í Beitis húsinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder