Vinna

Mike verjir málið hjá StÍF

StÍF og Mike hava gjørt sáttmála um, at hann skal verja málið hjá besta mansliðnum hjá felagnum hetta kappingarárið.

2022-09-11 13:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mike er 20 ára gamal. Er 197 cm høgur. Hann hevur leikt við Ajax København og Rødovre Håndboldklub.

Um flytinginga til StÍF sigur Mike:

“Eg eri komin til StÍF fyri at menna meg enn meira. Felagið hevur eina visión og mál, sum eg av fullum huga taki undir við. Mín væntan er, at vit vera í topp trý. Eg vóni, at eg við mínum førleikum kann vera ein týdningarmikil brikkur í hesum. Vit hava ein hóp við fleiri ungum evnaríkum leikarum. Hetta skapar eitt gott og effektiv venjingarumhvørvi, sum gevur góðar møguleikar tey næstu árini.”

StÍF bjóðar Mike Hjartaliga vælkomnum til felagið.

StÍF

Myndatekstur:
Egi Gothard Danielsen, næstformaður, og Mike Rahbek, málverji.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder