”Seinastu árini við hækkandi rentum, hækkandi inflatión sum heild, kríggi o.ø. hava sostatt ikki tálmað prísvøkstrinum, og kunnu vit við ársenda 2024 enn eina ferð staðfesta, at sethúsaprísurin er methøgur. Tað er vorðið truplari at koma inn á marknaðin, og tað er eftir mínum tykki ein greið ábending um, at ov fáir bústaðir eru til keyps, og at ov lítið verður bygt”, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.
Um hædd verður tikin fyri aldrinum á sethúsunum, og hesi verða bólkað eftir aldri, sæst týðiligt, at miðalprísurin fyri eini hús, sum eru yngri enn 40 ár, er væl hægri enn miðalprísurin fyri eldri sethús. Eini eldri sethús krevja ofta fleiri kostnaðarmiklar ábøtur, og tí er prísurin ikki eins høgur. Sum dømi kann nevnast, at eini sethús í miðstaðarøkinum, sum eru yngri enn 40 ár, kosta umleið 4,3 mió. kr., meðan eini sethús, sum eru eldri enn 40 ár, kosta umleið 3,5. mió. kr. Prísmunurin er sostatt 700-800 túsund kr.
Sethúsaprísirnir í Føroyum ikki yvirmettir
Danski Tjóðbankin hevur nýliga greinað føroyska bústaðarmarknaðin og staðfestir, at prísgongdin í tíðarskeiðinum 2013-2023 kann í stóran mun skiljast út frá rentugongdini, reallønargongdini og útboðnum av bústøðum. Tjóðbankin metir sostatt ikki, at prísirnir eru yvirmettir.
Prísvøksturin á fastognum seinastu árini, er heldur ikki eitt føroyskt fyribrigdi, men ger seg galdandi í nógvum londum í Vesturheiminum. Samanbera vit við gongdina á danska marknaðinum, eru sethúsprísirnir hækkaðir umleið 50 prosent seinastu 10 árini, meðan íbúðarprísurin er hækkaður við 70 prosentum. Í Føroyum eru sethúsaprísirnir hækkaðir við umleið 100 prosentum sama tíðarskeið, men íbúðarprísurin fylgir væl danska prísvøkstrinum á umleið 70 prosent.
"Tað er ein ábending um, at vit í størri mun hava fylgt við eftirspurninginum eftir íbúðum enn eftirspurninginum eftir sethúsum", sigur Petur Mohr Niclasen.
Útlitini fyri 2025
Seta vit sjóneykuna á 2025, kunnu vit fyrst og fremst staðfesta, at rentan er lækkað seinastu mánaðirnar, og útlit eru fyri fleiri rentulækkingum komandi tíðina. Harumframt er inflatiónin lækkandi og fleiri lønarhækkingar eru fyri framman.
”Tað fer væntandi at geva húsarhaldum størri fíggjarligt rásarúm. Í greiningini hjá danska Tjóðbankanum er ein niðurstøða, at um rentan hækkar ella lækkar við umleið einum prosentstigi, hækka ella lækka miðalprísirnir á húsum yvir tíð við umleið 12 prosentum. Tískil eru eisini fleiri tekin um, at sethúsaprísirnir kunnu halda fram at vaksa í 2025, nakað tað sama sum í 2024», sigur Petur Mohr Niclasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald