Vinna

Methøgir sethúsaprísir í 2022

Prísirnir á sethúsum og íbúðum kring landið vóru methøgir í 2022 hóast príslækking í seinnu helvt av árinum.

Tilvildarlig mynd.

Tilvildarlig mynd.

2023-01-26 11:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 TÍÐINDI

Methøgir sethúsaprísir í 2022

Prísirnir á sethúsum og íbúðum kring landið vóru methøgir í 2022 hóast príslækking í seinnu helvt av árinum.

Hyggja vit eftir sethúsa- og íbúðarprísunum kring landið, so síggja vit, at 2022 er tað árið við hægst prísum, tó vóru sethúsaprísirnir í teimum smærri bygdunum hægri árið fyri. Hóast prísirnir hava sett met í 2022, er munur á fyrru og seinnu helvt av árinum, tí prísirnir vóru sum heild hægri í fyrru helvt av árinum samanborið við seinna hálvár.

Á grafinum omanfyri síggja vit prísin á bústøðum býtt á ymisk øki frá 2002 til 2022. 


Húsaprísirnir trýfaldaðir seinastu 20 árini

Sethúsaprísirnir eru hækkaðir nógv seinastu 20 árini. Hyggja vit til dømis eftir sethúsaprísunum í høvuðsstaðnum, so var miðalprísurin fyri eini sethús í 2002 1,3 mió. kr. Í 2022 var miðalprísurin 3,7 mió. kr. Miðalprísurin er sostatt næstan trýfaldaður millum 2002 og 2022. Hendan gongdin er ikki bara galdandi fyri Havnina, tí hyggja vit eftir talvuni niðanfyri, so sæst nærum sama mynstur fyri gongdina kring alt landið.

Talvan omanfyri vísir miðalprísin býtt á øki í ávikavist 2002, 2012 og 2022. 

Eisini síggja vit á talvuni, at tann bólkurin, sum hevur havt ta lutfalsligu størstu príshækkingina, eru íbúðir í høvuðsstaðnum. Miðalprísurin fyri íbúðir í høvuðsstaðnum er meira enn trýfaldaður seinastu 20 árini. 


2022 eisini merkt av afturgongd

Hóast prísirnir í 2022 hava verið methøgir, so hevur seinna hálvárið verið merkt av eini lítlari afturgongdSethúsaprísirnir eru sum heild lækkaðir eitt sindur, og tað sæst eisini, at húsini liggja longri á sølulistanum, áðrenn tey verða seld. Eisini sæst, at prísurin á stórum sethúsum, ið nógv skal gerast við, er lækkaður lutfalsliga meira seinastu mánaðirnar enn prísurin á teimum smærru, nýggju bústøðunum.

”Tað er  púra vanligt, at sveiggj eru á bústaðarmarknaðinum, og enn eru prísirnir á ognunum kring landið høgir. Gongdin seinastu árini hevur verið óvanliga góð – prísirnir á ognum kring alt landið eru hækkaðir lutfalsliga nógv og skjótt samanborið við onnur tíðarskeið. Nú er tann gongdin tó steðgað eitt sindur, og so leingi vit hava høga inflatión, hækkandi rentur og kríggj í Ukraina, kunnu vit vænta hendan stígin í gongdini, sum seinastu árini hevur verið merkt av óvanliga stórum príshækkingum”, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder