Konseptið er millum annað, at tað skal verður stuttligt at kappast á fjallasúkklu, at hvør umgangur er stuttur, at teinurin ikki er ov tekniskur, og harvið vandamikil, um ein ikki er so stinnur á fjallasúkklu. Haraftrat hava fyriskipararnir avgjørt, at tað "bara" verður koyrt millum 30 og 40 minuttir.
- Tá hvør umgangur ikki er so langur og kappingin ikki so drúgv í tíð og kilometrum, so er tað meira motiverandi at kappast. Og stuttligar, sigur Gunnar Dahl-Olsen, ið fyriskipar hesar kappingar saman við Bartal í Gongini.
Veðrið var sera gott, og uppmøtingin somuleiðis góð.
Teinurin í dag var á økinum millum Plantusøluna og Svartafoss í Havn. Startur og mál var við Plantusøluna og so gekk leiðin annars niðan eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skræddaragøtu, yvir móti Svartafossi, eftir undir Svartafossi, og síðan á gøturnar á vakra økinum vestanfyri Plantusøluna. Hvørt umfar var smáar tveir kilometrar, og tað tók skjótasta súkklarinum umleiði 4 minuttur og 30 sekund at koyra eitt umfar. Vinnarin koyrdi 7 umfør, og tað tók honum 31 minuttir 49 sekund.
Tann sum var skjótastur í dag, var Jákup Petur Eliassen. Vit kenna hann betur frá súkkling og triathlon, men eftir eitt sera gott úrslit síðsta vikuskuskifti, tá kappast varð um FM heitið í fjallasúkkling (XCM), so avgjørdi Jákup Petur at royna aftur í dag. Og væl gekk.
Úrslit, MET1:
1. Jákup Petur Eliassen, 31 minuttir 49 sekund (7 umfør)
2. Gunnar Dahl-Olsen, 32:18 (7 umfør)
3. Jón Helgi Lamhauge, 34:21 (7 umfør)
4. Andrass Joensen, 34:45 (7 umfør)
5. Casper Rosen. 30:40 (6 umfør)
4. Rúni Juul, 33:25 (6 umfør)
7. Bartal í Gongini, 34:03 (6 umfør)
8. Mikkjal Rosen, 34:23 (5 umfør)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald