Vinna

MEST stórt avlop í 2023

MEST hevði 33,9 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2023

2024-03-16 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

MEST hevur seinastu árini havt ein áhaldandi vøkstur. Árið í fjør gjørdist metár hjá aldargomlu fyritøkuni. Nettosølan hjá MEST samtakinum var 556,0 mió. kr og hevði felagið eitt avlop uppá 33,9 mió. kr. eftir skatt. Talan er um framgongd á øllum virkisøkjum. Í MEST samtakinum starvast 543 starvsfólk - harav 70 lærlingar.

“Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri 2023”, sigur Mouritz Mohr stjóri á MEST. “MEST er ein føroysk fyritøka, sum fyriskipar og útinnir stórar sum smáar verkætlanir. Feløgini, MEST samstarvar við, eru vorðin størri, og tí er eisini neyðugt, um MEST skal útinna alt viðlíkahaldsarbeiði og byggja nýbygningar, at hava eina sterka fyritøku. Ikki minst í samband við stóru íløguna fyri framman í nýggja dokk á Skála”

Seinastu árini hava hilnast væl hjá MEST, sum er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningi á 145 milliónir krónur og einum soliditeti á 53%.

Fyritøkan gleðist um at síggja virksemið frá vinnuni á landi, útlendskum kundum og ikki minst sjóvinnuni økjast ár undan ári.

Tvær tvíkiljur til Hiddenfjord
Í fjør heyst lat MEST eina tvíkilju til alifyritøkuna Hiddenfjord og letur somuleiðis í næstu viku eina tvíkilju – báðar til avtalaðan kostnað og til avtalaða tíð. Alt arbeiðið er framt í Føroyum. MEST hevur fingið nógvar royndir av at byggja tvíkiljur seinastu árini og bjóðar seg nú eisini fram til útlendskar kundar.

Nýggjan frystitrolara
Sáttmáli varð í februar gjørdur við felag hjá Varðanum um bygging av nýggjum frystitrolara. Skipið skal latast reiðarínum á sumri í 2026. Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum fáa møguleikan at varðveita skipasmíð sum handverk og serliga gleðiligt er tað, at vit eru kappingarfør við okkara grannatjóðir.

Burðardygd
MEST hevur sett sjóneykuna á burðardygd fyri at tryggja, at MEST økir um virksemið á ein burðardyggan hátt. MEST hevur tað stevnumið, at burðardygd gerst ein natúrligur partur av arbeiðsgongdini so umhvørvisváðin av virkseminum avmarkast mest møguligt. Burðardygd á MEST tekur atlit at sosialum, umhvørvisligum og fíggjarligum viðurskiftum. Hendan tilgongd hevur ikki bara fyrimun fyri umhvørvið og samfelagið, men stuðlar eisini undir haldføri og langtíðar framburði hjá MEST.

Nýggj turrdokk
MEST miðar ímóti at fara í gongd við byggingina av nýggju turrdokkini í vár. Nýggja turrdokkin verður staðsett beint norðanfyri verandi turrdokk á Skála. Við nýggju dokkini verður møguleiki at dokka væl størri skip enn í dag.  

Virksemið á Skála er umhvørvisgóðkent, bæði fyri verandi og komandi víðkaða virksemið.

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar í Havn, á Skála, framleiðsluvirkið í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.

 “Vit gera í hesum døgum íløgur í okkara umstøður og ikki minst í at útbúgva okkara starvsfólk. Kappingin er hørð, og leggja vit okkum støðugt eftir at styrkja okkara tænastustøði. Vit fegnast um, at okkara átøk bera ávøkst, og at alsamt fleiri kundar velja MEST sum veitara”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder