Tvíkiljurnar, sum verða nýbygningur 116 og 117 á MEST, eru báðar 16 metrar langar og 8 metrar breiðar. Tann fyrra verður latin Luna um eitt ár – í november 2023 og hin seinna 4 mánaðir seinni, í mars 2024.
Báðar tvíkiljurnar verða útgjørdar við tveimum MELCAL kranum har tann eini er FL80T og hin FL23T. Tvíkiljurnar verða veittar við 500 HK motori við “Tier 3” útlátsklassa, hjálpimotori 250 kVA og 20 tons deksspølum. Tvíkiljurnar verða útgjørdar við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.
“Aftaná at hava latið havrannsóknarskipið Jákup Sverra í 2020 og fimm tvíkiljur seinastu árini eru vit sera fegin um at fáa møguleikan at byggja tvær tvíkiljur fyri Luna komandi mánaðirnar. Hetta er sera umráðandi fyri føroyskt handverk og er við til at styrkja um okkara førleikar innan økið”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald