TB – SÍ 3-0 (25-17, 25-13, 25-17)
Síðsta kappingarár var TB væl við í kappingini um pláss í FM-finalunum, men endaði á bronsuplássinum. Spennandi verður at síggja, um TB fer at megna at koma í finaluna hetta kappingarárið. Í hvussu er fekk liðið fína byrjan, tá greipuvinnararnir úr SÍ vórðu sendir norðuraftur við Smyrli við 3-0 tapi í skjáttuni. Hjá TB er bara onnur av teimum útlendsku, Ariana G. Pereyra, við í ár, og heldur ikki roynda Sólvá Dimon hevur verið við.
Hjá SÍ eru tær tvær útlendsku ikki við í ár, og tá so eisini onkrar av teimum lokalu heldur ikki eru við, so er stórur munur á. Rajko Petrovic er heldur ikki venjari longur. Í hansara stað er Cristiano Rodrigues Campos úr Brasil komin at vera høvuðsvenjari. Hann venur bæði kvinnu- og mansliðini í Føroya Tele-deildini og er harumframt ungdómsvenjari.
Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-20, 20-25, 25-19, 25-19)
Mjølnir, sum vann 7 av sínum síðstu 8 dystum seinasta ár, legði fyri við at vinna 3-1 á Fleyr, sum nú hevur tapt báðar sínar fyrstu landskappingardystir, eftir at hava vunnið á SÍ í stórsteypadystinum. Í fjórða setti var Fleyr aftanfyri við seks stigum, men bardi seg upp á 17-17, men stríðið var til fánýtis, tí Mjølnir vann næstu fimm bóltarnar á rað, og settið 25-19. Ragnar í Haraldstovu, sum gjørdist venjari hjá Mjølnir seinasta kappingarár, er aftur venjari í ár.
Hjá Fleyr spælir Iuliia Kuvshinova ikki í ár, og heldur ikki Tóta Búadóttir, sum er í Danmark. Hinvegin er veteranurin Anja S. Danielsen komin aftur. Fyri Fleyr hevur tað verið smeitur, at Emma Michala Sannino ikki hevur spælt eftir skaðan, hon fekk í stórsteypadystinum.
Fleyr – Dráttur 2-3 (15-25, 25-22, 25-20, 24-26, 12-15)
Fyrra dystin hjá sær tapti Fleyr fyri Drátti eftir spennandi fimmsettara. Frammanfyri 23-19 í fjórða setti mundu tey flestu halda, at Fleyr hevði sigurin í pottinum, men Dráttur javnaði tó til 23-23. Fleyr vann kortini næsta stigið og fekk dystarbólt, men Dráttur yvirlivdi og vann ístaðin settið 26-24. Í javnbrótaranum var javnt við 9-9, tá Dráttur fór trý stig framum, men hóast Fleyr minkaði um munin niður í eitt stig, so helt Dráttur høvdið kalt og vann 15-12.
Hjá Drátti gjørdi slovenska Tereza Kerparová góðan mun. Hon er eisini venjari saman við Vladimir Hauriska. Venjararoyndir hava tey bæði m.a. úr Danmark og Svøríki.
Ternan – KÍF 0-3 (11-25, 23-25, 27-29)
Ternan, uttan úrmælingarnar Birgit Guttensen og Sofíu Purkhús Splidt, fekk veruliga oyruni í maskinuna í fyrsta settinum ímóti KÍF. Men Ternan menti seg sum frá leið, og lítil munur var í øðrum setti, og í triðja setti hevði Ternan settbólt, sum tó ikki varð gagnnýttur, og so vann KÍF ístaðin dystin við sínum triðja dystarbólti.
KÍF hevur í ár sett Veselin Đurović sum venjara. Hann er úr Montenegro, har hann fyrr hevur verið landsliðsvenjari. Sjálvur spældi hann á landsliðnum hjá gamla Jugoslavia í síni tíð. Seinasta kappingarár endaði KÍF aftast í landskappingini við bara trimum sigrum.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Lið Dystir / Stig
TB 1 / 3
KÍF 1 / 3
Mjølnir 1 / 3
Dráttur 1 / 2
Fleyr 2 / 1
SÍ 1 / 0
Ternan 1 / 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald