Sama niðurstøða er eisini komin fram í ritgerð hjá Rakul Skaale Andreasen á Fróðskaparsetrinum. Staðfest verður, at hetta kann gerast vandamikið fyri móðurmálið.
Sostatt er stórur tørvur á at framleiða føroyskt barnatilfar og á hendan hátt fáa føroysk børn at læra og nýta føroyskt mál. Hetta kann eitt nú gerast við at týða væl umtóktar útlendskar barnasendingar til føroyskt, men tað er eisini týdningarmikið at framleiða egið føroyskt tilfar sum t.d. barnasendingina Sakin.
Talan er um eitt tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið arbeiði, sum skal fyrireikast væl.
Tí hevur Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum sett fyrispurning um hetta til landsstýrismannin.
Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10099
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald