Mikudagin reisti Uni Holm Johannesen, tingmaður, hetta málið í Løgtinginum, vísandi til, at Fróðskaparsetrið hevur í strategiætlanini fram til 2030 lagt seg eftir at vera meira virkið og viðkomandi fyri ávísar vinnugreinar í føroyska samfelagnum.
- Størri virðisøking krevur eisini nøkur politisk stig. Arbeitt verður støðugt við at víðka marknaðaratgongdina úti í heimi, men vit vita, at tað eisini er neyðugt við gransking og útbúgving í tøttum samstarvi millum tað almenna og vinnuna. Tað er ein depil, ið tey, sum arbeiða við matvørum, hava spurt eftir í fleiri umførum. Her skal Fróðskaparsetrið vera virkin viðspælari sum ein miðdepil fyri menning og nýskapan á økinum, sigur Uni Holm Johannesen.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, sigur, at matvørudepilin skal vera eitt forum, har vinnan, granskingarumhvørvið og aðrir viðkomandi partar kunnu finna samstarvspartar og vitanardeila sínamillum.
- Fróðskaparsetrið er farið undir fyrireikandi arbeiðið, og seinni í ár verða áhugapartar skipaðir í netverk fyri at umrøða og menna komandi granskingarverkætlanir á økinum. Fyrireiking av viðkomandi útbúgving í matvørumenning kann væntast um tvey ella trý ár, sigur landsstýrismaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald