Vinna

Mass Hoydal er settur sum leiðari fyri Visit Runavík

Mass Hoydal er settur sum leiðari fyri Visit Runavík, nú Marjun Niclasen er farin í farloyvi fram til 1. mai 2025.

2024-03-28 13:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

 

Runavíkar býráð tók á býráðsfundi seinasta hósdag – hin 21. mars - avgerð um, at seta Mass Hoydal í starvið sum leiðari fyri Visit Runavík.


Leiðarastarvið var lýst leyst at søkja í februar í ár, og tá umsóknarfreistin var farin hin 28. februar, vóru 8 umsóknir komnar til starvið. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. apríl 2024 til 1. mai 2025.

 

Mass Hoydal er 47 ára gamal, og hann starvast í løtuni sum leiðari fyri Visit Sandoy. Mass Hoydal hevur fjølbroyttar starvsroyndir m.a. frá Museum Sydøstdanmark og mest er hann kendur fyri at vera verkætlanarleiðari fyri SavnsGulli, ið snýr seg um at talgilda alt útvarps- og sjónvarpssavnið hjá  Kringvarpi Føroya. Harumframt hevur Mass royndir innan starvsfólkaleiðslu, fíggjarstýring, ferðavinnumenning og hevur megnað at leiða, skipa og føra stórar verkætlanir á mál. Mass Hoydal er útbúgvin magistari í miðaldarfornfrøði frá Lærda Háskúlanum í Áarósa og hevur eisini nomið sær útbúgving í leiðslu. 

 

Mass Hoydal byrjar í starvinum skjótast tilber. Vit bjóða Mass vælkomnum, og ynskja honum blýðan byr í starvinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder