Maskinmeistaratrot kann leggja skipini
Tað kemur meira enn so fyri, at almennu reiðaríini ringja til Maskinmeistarafelagið at kæra sína neyð, tí tey fáa ikki maskinmeistarar, og trupulleikin er serliga eyðsýndur hjá Strandferðsluni. Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Hann leggur dent á, at føroysku reiðaríini eru í einari globalari kappingarstøðu, sum tað ikki ber til at lóggeva seg burturúr – tí tað eru løn og arbeiðsumstøður, sum mugu verða kappingarfør.
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, rópar nú varskó viðvíkjandi
manningarstøðuni hjá skipunum hjá landinum.
- Tað er týðuligt, at tað gerst alsamt truplari at fáa nóg mikið av maskinmeistarum til skipini og eg verði ikki kløkkur, tá tað fyrsta skipið hjá Strandferðsluni má liggja orsakað av hesum.
- Eg haldi, at tað sigur nóg mikið um støðuna, tá skiparin á Erlu Kongsdóttir ringir til mín at biðja um hjálp at fáa maskinmeistarar til skipið og enntá spyr, um eg sjálvur í ringasta føri ikki kann mynstra við, sigur Arnfinn Bech.
Týðuligast hjá SSL
Nú er feriutíð, og tá er trotið á maskinmeistarum serliga eyðsýnt.
- Trupulleikin er generellur á øllum skipunum hjá landinum, men hann merkist týðuligast hjá Strandferðsluni, tí tey hava eina fasta ferðaætlan at halda. Eg veit, at tað onkuntíð hevur verið um reppið at kunna sigla hjá onkrum av teimum skipunum, tí tað hevur verið so trupult at fáa maskinmeistarar, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
Hann heldur tó ikki, at tað eigur at koma óvart á nakran, at støðan umborð á skipunum hjá landinum er, sum hon er, tí í áravís eru bæði løn og arbeiðsumstøður alsamt dragnað samanborið við tað, føroyskir maskinmeistarar kunnu fáa í sigling uttanlands.
Global kapping
- Almenni arbeiðsgevarin má eftirhondini fata, at tað ber ikki til framhaldandi at royna at lóggeva seg burtur úr vónleysu manningarstøðuni – og tað er heldur ikki bara í maskinrúminum, at tað er galið. Hetta snýr seg um sigling, sum er í beinleiðis kapping við allan heimin, og landið tapir ta kappingina so ruddiliga, um tey halda, at tey bara kunnu koyra sína egnu dagsskrá.
- Í nógv ár hava landsreiðaríini dúva upp á maskinmeistarar, sum eru komnir heim eftir at hava tænt fyri seg í drúgvari sigling uttanlands og ikki seta stórvegis krøv, ella nýútbúnar maskinmeistarar, sum skulu hava siglingstíð fyri at pynta upp á vinnubrøvini, áðrenn teir stinga av út í heim at sigla, og sum tí heldur ikki seta stórvegis krøv. Tann tíðin er um at verða farin, tí føroyskir maskinmeistarar vilja ikki longur finna seg í verri sømdum her heima enn aðrastaðni, sigur Arnfinn Bech.
Bróta javnan vakt
Hann vísir á, at skulu eitt nú strandfaraskipini tryggja sær, at teir altíð kunna hava
lógarkravdu manningina tøka, so er ikki nóg mikið við tveimum manningum til hvørt skipið.
- Nei, tað røkkur ikki til at lofta sjúkrafráveru, feriu og aðra avloysing umframt vanligu vaktirnar. Ein maskinmeistari hjá Strandferðsluni siglir í meðal 2.366 tímar um árið. Tað er meira, enn nakar arbeiðir á landi, og teir bróta javnan vakt fyri at halda skipini siglandi, sigur Arnfinn Bech.
--
- Eg veit, at tað onkuntíð hevur verið um reppið at kunna sigla hjá onkrum av teimum skipunum, tí tað hevur verið so trupult at fáa maskinmeistarar, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, um støðuna hjá Strandferðsluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald