Fyrrapartin skrivaðu Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, FAG, undir semju um nýggjan sáttmála fyri tann sum gekk út 1. juni.
Semjan byggir á sama karm, sum bleiv lagdur, tá FAG og Føroya Arbeiðarafelag gjørdu semju herfyri.
Lønarhækkingin er 3,80 % 1. juni 2022 og 4,04 % 1. juni 2023.
Harumframt eru aðrar broytingar gjørdar. Eitt nú er lønartalvan longd við seks stigum, ásetingin um yvirtíðargjald er nágreinað, og ásetingin um avloysing í hægri starvi stytt við tveimum døgum frá fimm niður í tríggjar dagar.
Nýggj áseting um eginavtalur er eisini við í semjuni.
Talan er sum sagt um ein tvey ára sáttmála, sum gongur fram til 1.juni 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald