Vinna

Martin hevur bakað 1 millión pannukøkur umborð á Norrönu 

Pannukøku Martin kalla summi hann. Hetta meira eitt kelinavn enn eitt eyknevni, og Martin Vágoy tekur hetta eisini í bestu merking.

2023-03-05 09:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Smyril liine Norrønna:

Martin hevur bakað 1 millión pannukøkur umborð á Norrönu 
Pannukøku Martin kalla summi hann. Hetta meira eitt kelinavn enn eitt eyknevni, og Martin Vágoy tekur hetta eisini í bestu merking.
Tí fyri 64 ára gamla vatnsoyrarmannin er hetta at baka pannukøkur nakað, ið verður gjørt av einslistum og við fakligum stoltleika.
- Tað er bæði stuttligt og deiligt at gera pannukøkur, men tað besta er at síggja, hvussu glaðir gestirnir verða um at fáa nýgjørdar pannukøkur til morgunmat, sigur Martin við einum brosi
Síðan Martin 12. mai í 2016 fyrstu ferð mynstraði umborð á Norrönu, hevur hann verið partur av køkstoyminum í Skansagarði. Hansara uppgávur fevna um at skera kjøt til buffettina um kvøldið, og at steikja egg og baka upp til 1.200 pannukøkur til morgunmatin. Hetta ber bert til, tí Martin ger pannukøkur á tveimum pannum, fimm á hvørjari pannu.
Sunnudagurin 25. september 2022 var ein serligur dagur fyri Martin. Hendan dagin vendi hann nemliga pannukøku nummar 1 millión, síðan hann kom umborð.

Pannukøkan hevði júst rætta dæmið, og sá út og smakkaði júst, sum hon skuldi, men við Martinsa royndum, so gera tær vanliga tað, tó er útsjóndin er onkuntíð avbjóðað.
- Um veðrið er sjaskut, er ikki altíð, at pannukøkurnar eydnast eins væl í skapi, men smakkurin er altíð líka góður, greiður Martin frá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder