Tíðindaskriv
Vit kunnu nú kunngera, at eisini Marius DC kemur á Okkara Voxbotn 25. juni. Hetta er triðja ferðin, at nú 18 ára gamli føroyski rapparin, Marius DC, fer á pallin í Vágsbotn, men hesaferð verður tað ikki við einum DJ, men við sínum vælspælandi bólki.
Og hetta má sigast at vera ein sera evnaríkur bólkur. Í harðastu Sementfinaluni nakrantíð vunnu Marius DC og hansara bólkur kappingina í ár við nýskrivaðum føroyskum sangum um gomul fólk, baby rockarar, um lívið sum føroyskur hip hoppari og um at vera erligur. Dómararnir kallaðu framførsluna poetiska, listarliga, seksutta og rokkutta og við tekstum, ið vóru langt útyvir tað, ið er vanligt.
Vit gleða okkum til beinrakið føroyskt Hip Hop við einum av okkara allar bestu oddamonnum og einum sera vælspælandi bólki.
Kom við, tað verður vilt, tá Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag, Ude, af Kontrol, Týr, Swangah og Safir eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 2022.
Atgongumerki til Okkara Voxbotn fáast á ebillett.fo fyri kr. 695,-. Prísurin hækkar á midnátt 21. juni.
Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema
Vinarliga
Voxbotn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald