2025-04-01 21:49

Ein skiftistíð stendur sostatt fyri framman nú forkvinnan seinastu 8 árini fer frá, og nýggj tekur við, men hóast skiparin er nýggjur, so er hon als ikki óroynd. Marin Elisabeth hevur bæði verið næstforkvinna og samskipari í felagnum seinastu árini, og kennir tí væl tær uppgávur, ið skulu loysast í einum fótbóltsfelag fyri at flyta tað fram á leið. Tó Elisabeth framyvir fer at hava sína dagligu gongd á økinum hjá FC Midtjylland, fer hon ikki langt; hon tekur nemliga sessin sum næstforkvinna í MB, og kemur tí at halda áfram við nevndararbeiðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald