Vinna

Margit Stórá, landsstýriskvinna svarar Jenis av Rana løgtingsmanni.

.

2025-04-11 12:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Løgtingið 

Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn 

UMHVØRVISMÁLARÁÐIР

Ministry of Environment 

Tórshavn, tann 31. mars 2025 J. nr.: 25/07423-4 

Viðgjørt: 

Tygara skriv: SS-007/2024-/bn 

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini 

Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður 

Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum 

Evni: Vanlukkutryggingarráðið 

Spurningar

  1. Hvussu nógvir fundir hava verið í Vanlukkutryggingarráðnum seinastu 12 

mánaðirnar

Í tíðarskeiðinum frá 1. mars 2024 til 1. mars 2025 hava fimm fundir verið í Vanlukkutryggingarráðnum. 

  1. Hvussu nógv starvsfólk arbeiða burturav ella partvíst við at fyrireika mál til 

Vanlukkutryggingarráðið

Í síðstuni er økið uppraðfest, og nú eru fimm starvsfólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum arbeiða burturav við at fyrireika mál til Vanlukkutryggingarráðið - tríggir løgfrøðingar og tvey skrivstovufólk. Umframt hetta verða rakstraruppgávur hjá Vanlukkutryggingarráðnum loystar av starvsfólkum, sum hava vanligu rakstraruppgávurnar á stovninum um hendi

  1. Hvussu nógv nýggj mál eru móttikin og skrásett í Vanlukkutryggingarráðnum 

seinastu 12 mánaðirnar

Í tíðarskeiðinum frá 1. mars 2024 til 1. mars 2025 eru 478 mál um arbeiðsskaða móttikin og skrásett í Vanlukkutryggingarráðnum. 

Gongin 7. FO-100 Tórshavn 

Tel. (+298) 35 87 00⚫ [email protected] www.umhvorvi.fo 

UMHVØRVISMÁLARÁÐIР

Ministry of Environment 

  1. Hvussu nógvar endaligar avgerðir eru tiknar í Vanlukkutryggingarráðnum seinastu 

12 mánaðirnar

tíðarskeiðinum frá 1. mars 2024 til 1. mars 2025 hevur Vanlukkutryggingarráðið tikið 121 endaligar avgerðir. Við orðingini "endalig avgerðverður skilt tann avgerðin, sum verður tikin av Vanlukkutryggingarráðnum, eftir at niðurstøðan í málinum hevur verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum. Eins og mál, har Vanlukkutryggingarráðið hevur tikið avgerð um, at málið ikki er fevnt av arbeiðsskaðatryggingarlógini, sbrt. § 29. Hesi telja fýra mál. Í løtuni eru níggju mál í gongd við at vera fyrireikað at verða send til hoyringar, og níggju mál hava verið til hoyringar, og verða í løtuni fyrireikað til at verða løgd fyri Vanlukkutryggingarráðið aftur

  1. Hvussu nógvar fráboðanir um endaligar avgerðir hevur Vanlukkutryggingarráðið 

sent seinastu 12 mánaðirnar

Í tíðarskeiðinum frá 1. mars 2024 til 1. mars 2025 eru 121 fráboðanir um endaligar avgerðir sendar

  1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvussu drúgv málsviðgerðartíðin hjá 

Vanlukkutryggingarráðnum er í miðal, og hvussu nógv mál vanliga taka meira enn ávikavist 1 og 2 ár at viðgera

Í løtuni eru ikki hagtøl, vísa, hvat miðalmálsviðgerðartíðin er. Føroya rættur hevur ikki hagtøl, og hóast málsviðgerðin er vorðin talgild, síðani hon varð flutt til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, so er ov stutt tíð liðin til at gera álítandi hagtøl. Tað eru greiðar ábendingar um, at málsviðgerðartíðin er farin upp síðstu tíðina. Hetta sæst á vaksandi talinum av málum, ið eru undir viðgerð. Somuleiðis hava tryggingarfeløgini víst á, at tey merkja, at málsviðgerðartíðin er vorðin longri. 

Tað er heldur ikki møguligt at geva tøl fyri, hvussu nógv mál vanliga taka longri enn ávikavist 1 og 2 ár. Nevnast kann , at í løtuni eru samanlagt 871 mál undir viðgerð hjá Vanlukkutryggingarráðnum. Av hesum eru 196 mál stovnað í tíðarskeiðinum millum 1. januar 2023 og 31. desember 2023, og eru harvið yvir 1 ár. 142 mál eru stovnað áðrenn 31. desember 2022 og eru harvið yvir 2 ár. 

  1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvussu nógvar avgerðir hjá 

Vanlukkutryggingarráðnum, sum eru kærdar, eru til viðgerðar hjá Ankestyrelsen í 

løtuni? 

Í løtuni eru tilsamans 13 avgerðir hjá Vanlukkutryggingarráðnum kærdar. Sjey av málunum eru hjá Ankestyrelsen, og seks av málunum verða í løtuni fyrireikað til at verða send til Ankestyrelsen. Tá ið ein avgerð verður kærd, skal málið fyrst leggjast fram fyri Vanlukkutryggingarráðnum, tekur avgerð um, hvørt avgerðin skal broytast. Metir Vanlukkutryggingarráðið ikki, at avgerðin skal broytast, skal málið fyrireikast til at verða sent til Ankestyrelsen, ið er kærumyndugleiki. 

  1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, í hvussu nógvum málum 

Vanlukkutryggingarráðið hevur biðið um eina meting av til dømis meinstiginum hjá skadda, og sum eru til viðgerðar hjá Arbejdsmarkedets Erhvervsforsikring í løtuni

2/4 

UMHVØRVISMÁLARÁÐIР

Ministry of Environment 

Í løtuni eru 32 mál, har Vanlukkutryggingarráðið hevur tikið avgerð um, at hesi skulu sendast til metingar hjá Arbejdsmarkedets Erhvervsforsikring. 21 av málunum eru hjá Arbejdsmarkedets Erhvervsforsikring, og ellivu mál verða í løtuni fyrireikað til at verða 

send

  1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, hvussu drúgv málsviðgerðartíðin uppá tær í 

spurningi 8 nevndu umbønir er? 

Á heimasíðuni hjá Arbejdsmarkedets Erhvervsforsikring er yvirlit yvir væntaða málsviðgerðartíð á teimum ymisku sløgunum av málum, sum Arbejdsmarkedets Erhvervsforsikring umsitur. Flestu málini, Vanlukkutryggingarráðið sendur til Arbejdsmarkedets Erhvervsforsikring, eru mál um mein og mistan arbeiðsførleika, ið taka ávikavist 19 mánaðir og 30-33 mánaðir. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur tó fingið upplýst, at tey skulu vænta eina styttri viðgerðartíð, av tí at Arbeiðs- og brunaeftirlitið tekur sær av at fyrireika málini, áðrenn tey verða send. ið talan er um mál um mistan arbeiðsførleika, er væntaða málsviðgerðartíðin millum 22 og 24 mánaðir. Ein leyslig meting frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er, at tað tekur á leið ein til tveir mánaðir at fyrireika eitt mál til at verða sent til metingar. 

  1. Metir landsstýriskvinnan tað vera nøktandi, at persónar bíða í áravís eftir 

avgerðum í vanlukkutryggingarmálum

Eg meti ikki, at málsviðgerðartíðin er nøktandi í løtuni. Tað er einki óvanligt í, at mál um arbeiðsskaða eru drúgv, men avbjóðingarnar, sum eru í løtuni, hava við sær, at málini eru óneyðuga drúgv

  1. Metir landsstýriskvinnan tað vera nøktandi, at persónar bíða í mánaðir eftir svari 

uppá tiknar avgerðir í vanlukkutryggingarmálum

Tað er ikki mín fatan, at tað eru nógv mál, har avgerð er tikin av 

Vanlukkutryggingarráðnum, og persónar bíða fleiri mánaðir eftir svari. Málsviðgerðin hevur verið merkt av avbjóðingum, og hetta hevur við sær, at alt tekur longri tíð, enn tað plagar og eigur. Tí kann tað eisini koma fyri, at tað gongur longri tíð enn vanligt, frá tí at avgerð er tikin í Vanlukkutryggingarráðnum, og til at persónurin verður kunnaður um avgerðina

  1. Ætlar landsstýriskvinnan at taka stig til at stytta málsviðgerðartíðina hjá 

Vanlukkutrygingarráðnum? 

Fyri gott hálvumøðrum ári síðani gjørdi sorinskrivarin vart við, at hann ikki hevði stundir at røkja uppgávuna í Vanlukkutryggingarráðnum, og at hann tí ynskti at verða loystur úr leiklutinum sum fast forfólk. Undanfarna landsstýriskvinna fór tá beint undir at gera broytingar, so at umsitingin varð løgd til Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Inntil tá var málsviðgerðin farin fram á pappíri, men í sambandi við flytingina varð tikið stig til at talgilda málsviðgerðina. Hetta fyri at gera málsgongdirnar lættari og effektivari. Flytingin og talgildingin av umsitingini hava verið krevjandi, og ein onnur avbjóðing er, at títtleikin av fundum í Vanlukkutryggingarráðnum hevur verið lægri enn vanligt. Tað hevur tí ikki eydnast at hildið málsviðgerðartíðina á einum nøktandi støði

3/4 

UMHVØRVISMÁLARÁÐIР

Ministry of Environment 

Fleiri stig eru tikin fyri at loysa trupulleikan. Umsitingin er styrkt, soleiðis at tað í dag eru fleiri starvsfólk, arbeiða burturav við málum um arbeiðsskaða, enn tað hava verið. Lógin er júst dagførd, soleiðis at sorinskrivarin ikki longur er føtt forfólk í ráðnum. Eitt nýtt ráð við styrktum førleikum er sett, og saman við ráðnum er júst farið undir at leggja eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu verandi avbjóðingar skulu loysast. Fyrsta broytingin verður, at títtleikin av fundum hjá nýggja ráðnum skal upp. Umframt hetta er áseting í dagførdu lógini, sum loyvir Vanlukkutryggingarráðnum at heimila skrivaranum at taka avgerðir í málum, har greið siðvenja er. Hetta hevur við sær, at skrivarin kann taka sær av at avgreiða einføld mál, og harvið kann ráðið hugsavna seg um tey meira truplu málini

Eg meti, at gjørdu broytingarnar fara at føra til, at Vanlukkutryggingarráðið fer at virka, eins og tað eigur. Eg fylgi væl við í gongdini fyri at tryggja, at trupulleikarnir verða loystir, og vísir tað seg, at tað er neyðugt at taka fleiri stig, verður hetta eisini gjørt

  1. Ætlar landsstýriskvinnan at taka stig til at betra um møguleikarnar hjá 

viðskiftafólki at fáa samband við Vanlukkutryggingarráðið

Tað hevur stóran týdning, at borgarar kunnu gera seg kunnugir við síni mál. Fyri at betra um tænastuna, hevur Vanlukkutryggingaráðið fingið beinleiðis telefonlinju, og ein meira avmarkað telefontíð er ásett, so tað altíð er onkur tøkur at veita neyðugu vegleiðingina, ið borgarar ringja inn. Umframt hetta er Arbeiðs- og brunaeftirlitið farið undir at menna eina veitarasíðu á Vanganum, har tað verður møguligt hjá borgarum at fylgja við í gongdini í málum um arbeiðsskaða

Marge Stora 

Margit /Stórá landsstýriskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder