Politikkur

Margit: Bøta um umstøðurnar hjá fiskimonnum í ALS

Nú fara fiskimenn at fáa rætt til arbeiðsloysisstuðul skjótari og í longri tíð, tá ið fiskiskipið verður lagt vegna umvælingar.

2025-04-09 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur í dag lagt fram uppskot, sum hevur við sær, at tá ið fiskiskip verður lagt vegna umvælingar, hava fiskimenn rætt til arbeiðsloysisstuðul 15 dagar fyrr, enn teir hava nú.

Fiskimenn kunnu við øðrum orðum fáa arbeiðsloysisstuðul 15 dagar aftaná, at fiskiskipið er lagt vegna umvælingar. Í dag er tað aftan á 30 dagar.

Somuleiðis verður tíðarskeiðið teir kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul longt. Landsstýriskvinnan skjýtur nevniliga upp at leingja útgjaldsdagarnar til fiskimenn, tá ið fiskiskipið verður lagt vegna umvælingar, úr 60 útgjaldsdøgum upp í 90 útgjaldsdagar.

Fiskifólk hava annars rætt til arbeiðsloysisstuðul eftir vanligu reglunum. Tað vil siga, at um fiskifólk sigur seg úr starvi ella verður sagt úr starvi, so hevur viðkomandi rætt til arbeiðsloysisstuðul á jøvnum føti við aðrar persónar, sum verða arbeiðsleysir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder