
- At Smyril má í dokk er sín søk, men vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Strandferðslan og Fíggjarmálaráðið gera sær dælt av støðuni við at dumpa lønirnar á avloysaraskipinum. Ongin sáttmáli ella sáttmálalíknandi avtala er gjørd fyri yvirmenninar á Galaxy, meðan skipið skal avloysa Smyril, og tí nokta vit okkara limum at gera tænastu umborð á skipinum. Hesum hava vit í dag boðað Stradferðsluni og Fíggjarmálaráðnum frá.
Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, FSN, um støðuna, nú Smyril um ein mánað skal í dokk, og grikska skipið Galaxy skal loysa av.
Eftir ætlanini hjá Strandferðsluni skulu tveir skiparar, tveir stýrimenn, tveir maskinmeistarar og átta dekkarar umborð sum føroysk manning afturat útlendsku manningini, ið er við skipinum.
FSN og Maskinmeistarafelagið draga eina línu í málinum og lýsa tænastubannið saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald