
Nýggi brunnbáturin er bygdur á Sefine skipasmiðjuni í Turkalandi, og er ein liður í strategiini hjá felagnum at framleiða størri nøgdir av burðardygt aldum laksi. Bakkafossur er 109,2 metrar langur og 22,2 metrar breiður. Brunnbáturin hevur eina samlaða rúmd á 10.000m3, har teir fýra brunnarnir, til livandi laks, hava samlaða rúmd á 7.000m3. Harafturat eru tangar sum taka tilsamans 3.000m3 av feskvatni. Til ber at framleiða feskvatn umborð, og báturin hevur kapasitet til at framleiða 6.000m3/døgn. Bakkafossur er 8.272 BT og kann føra 1.000 tons av laksi. Framtøkumegin er 4.000 KW.
Tín vangamynd
Tú hevur kravdu førleikarnar, ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur góð samstarvsevni og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur nakað av kunnleika til aling.
Vit søkja eftir manning við hesum førleikum:
Yvirstýrimaður
- Vinnubræv sum yvirstýrimaður STCW-reg. II/2
- GMDSS vinnubræv
- Heilsuprógv og trygdarskeið
- Bátaføraraskeið til skjóttgangandi bjargingarbát
- Skeið í eldsløkking & sløkkileiðslu
1. meistari
- Vinnubræv sum 1. meistari STCW-reg. III/2
- Heilsuprógv og trygdarskeið
- Skeið í eldsløkking og sløkkileiðslu
- Bátaføraraskeið til skjóttgangandi bjargingarbát
Fulltikin dekkari
- Vinnubræv sum fulltikin dekkari STCW-reg. II/5
- Skeið í eldsløkking
- Heilsuprógv og trygdarskeið
Motorkønur dekkari
- Hevur royndir við at passa og viðlíkahalda maskinarí
- Heilsuprógv og trygdarskeið
Ófulltikin dekkari
- Heilsuprógv og trygdarskeið
Skipskokkur
- Vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum
- Heilsuprógv og trygdarskeið
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 3 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært felags sáttmálum millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag / Maskinmeistarafelagið / Sjómannadeild FF's.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarleiðara, á tel 23 50 50, ella við t-brævi til [email protected].
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 11. juli 2022. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.644 starvsfólk (ársverk).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald