Vinna

“MAN SKAL TORA AT MARKERA OG GEVA HERÐAKLAPP”.

Tey trí fiskavirkini á havnalagnum í Fuglafirði - Havsbrún, Pelagos og Bergfrost – hava havt úr at gjørt hendan fyrsta mánan í nýggja árinum.

2023-02-06 21:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Tey trí fiskavirkini á havnalagnum í Fuglafirði - Havsbrún, Pelagos og Bergfrost – hava havt úr at gjørt hendan fyrsta mánan í nýggja árinum.

Sjálvt um tað er hávetur og vit heimafólkið halda tað verða illveður og sjaskveður, ja, so koma okkara fiskaveiðumenn við teirra skipum, søkkladnir inn av havinum og koma grøvandi inn á Fuglafjørð, hvørt aftaná annað.

Innanborða hava tey virðismiklan fong, sum er landi og fólki okkara at gagni.

Havsbrún hevur móttikið 60.000 tons.
Pelagos hevur móttikið 15.000 tons.
Feskur fiskur móttikin í Januar í alt 75.000 tons.

Tað sum fóðurvirkið Havsbrún hevur móttikið, er í stóran mun svartkjaftur frá føroyskum skipum.Tað sum Pelagos hevur móttikið, er í stóran mun makrelur frá donskum skipum, og lodna frá grønlendskum skipum.

Bergfrost eigur frystigoymsluna inni í fjallinum. Hetta er størsta einstaka frystigoymsla í Europa. Bergfrost livir av at goyma frystivørur hjá skipum og virkjum. Soleiðis hevur Bergfrost eisini uppgávuna, at flyta alla liðugtvøruna hjá Pelagos inn í fjallið á goymslu, og útaftur tá avskipast skal, annahvørt út til bryggjukantin til frystifarmaskip, ella bara út í frystubyngjur, sum síðani verða fluttar eftir vegnum til avskipingar í ørðum havnum, ella til virkingar á føroyskum virkjum.

At 75.000 tons av feskum fiski kemur inn um bryggjukantin í ein mána, er uttan iva søguligt met í Føroyum. Tí sigi eg sum Heðin Mortensen segði í Degi og Viku tann 3. Februar: “Man skal tora at markera og geva herðaklapp”.

Herðaklapp verður hervið givið til okkara fiskimenn, ið balast úti á havinum í øllum veðrið, til tess at fáa okkara felags fiskatilfeingið til høldar.

Anna herðaklappi fer til øll starvsfólkini á hesum omanfyri nevndu virkjum, sum hava koyrt samanhangandi uttan steðg í fleiri vikur.

Maskinútbúnaðurin á virkjunum verður ansaður av góðum fólki og hevur eisini rigga væl og tískil er so væl burturúr her blivið.

Takk fyri
Sigurð S. Simonsen

Kelda: Fiskimannafelagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder