Politikkur

Mamma og pápi skulu úr málinum

Nú um dagarnar lósu vit í donsku miðlunum, at Keypmannahavnar kommuna tilráddi starvsfólki sínumum ikki at brúka orðini mamma og pápi, tí samkynd, tvíkynd og tvørkynd kundu føla seg útihýst av hesum.

2022-10-05 23:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hetta er  aftur  eitt dømi um glíðibreytina, sum vit ávaraðu um,   og eisini enn eitt dømi um, at samkynd, tvíkynd og tvørkynd nú seta dagsskránna.  Alt samfelagið skal    rættast inn eftir teirra normum.  Henda gongdin heldur fram og  sýnist ongan enda at fáa. Tá eitt mál er uppnátt, verður nýtt mál sett út í kortið.


Tað er helst  bara ein spurningur um tíð inntil somu tilráðingar um at koyra orðini mamma  og pápi úr málinum, koma til Føroyar.  Verður hetta tað næsta málið, sum javnaðarflokkurin og tjóðveldi  fara at apa sær eftir,  eins og teir hava gjørt  í øðrum etiskum  málum, so sum hjúnarbandslógini og málinum um sammøður.  


Ynskja vit veruliga, at orðini mamma og pápi skulu fjernast úr málinum ? Hvørjum endar hetta við ? Ynkja vit veruliga eina uppgerð við allar tær vanligu grundleggjandi familjurelatiónirnar  og allan okkara kristna siðaarv ?


Í grein í Berlingske tidende   tann 4. okt. 2022 skrivar Henrik Dahl, MF, Liberal Alliance, sociologur og rithøvundur  soleiðis m.a. um hetta málið:


(citat byrjar)

Den egentlige mening med KKs forslag skal man ikke være i tvivl om: Det gælder om at så tvivl om og mistænkeliggøre, hvad der er normalt. Det gælder om at ødelægge forestillingen om, at mennesket er et biologisk væsen. Og det gælder om at ødelægge fundamentet for samfundet, som vi kender det: At børn har en far og en mor, som de er skabt af, og som har en afgørende betydning for både opvæksten og resten af tilværelsen. Både fordi mor og far er barnets primære, psykologiske relation, og fordi de er den primære sociale relation. (citat enda)



Øll greinin kann lesast í Berlingske Tidende .



Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder