Vinna

Málið ”gongd í haga”

Viðmerking til KVF og Stjóran i Vága floghavn og til Ferðamannafelagið

2023-08-15 17:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Sum øll vita leitar KVF áhaldandi eftir negativum søgum um málið “ gongd í haga

Sending var tann 15 / 8 kl. 12:20

Nípuhagi var illa farin av ferðafólki i 2018 og tá var alt óskipað og tey gingu um allan hagan: Vit royndu at seta stór skeltir upp, men onki hjálpti ! So í 2019 settu vit eitt manna móttøku hús upp og gjørdu nýggja 3500 m gøtu, men enn manglar ca 2500 m, og er lendið og fuglalívið komi fyri seg aftur.  

Nógv ferðafólk fara ein túr út til Trælanípu og Bósdalafoss og eisini sera nógvir føroyingar fara eisini ein túr út har og vit hoyra bert um góða upplivingar frá túrinum, so hatta sum Regin I Jacobsen førur fram at ferðafólk hava neiligar upplivingar kenna vit onki til. Tað er møguliga onkrar krabbagoggur sum ongar pengar hava, sum eru illa nøgd, men eg haldi ikki við skulu planleggja eftir nøgd av ferðafólki, harav nógv eru krabbagoggur,sum einki leggja eftir seg burtursæð eitt gjald til Vága floghavn.

Nógv ferðafólk siga at tað er gott, at eitt gjald er á, tí um tað blívur ein massa turisma her blívur upplivingin ikki tað sama í náttúruni.

Men ein massa turisma er gott hjá Vága floghavn, men ikki fyri náttúrina.

Ferðavinnufelagið vil hava at alt skal verða ókeypis, men tað er tí at so liggur meira eftir hjá teimum.

Ferðafólk sum bókað ein túr við teimum ymiskum ferðaleiðarum gjalda ca 1500 kr til at fara ein túr út til Trælanípu og hjá onkrum nógv meira enn tað, men hví tekur KVF ikki tað upp . KVF letur  ferðaleiðarar og hotellvinnu eina opna mikrofon og tey fáa ongan krittiskan spurning.

Visit Faroe Islands umboðar bara hotellvinnu og ferðaleiðaravinnu, men ikki tey sum vara av hagapørtum. Hetta burdu Landstýri broytt og Óðalsfelagið og Bóndafelagið burdu havt hvør sín nevndarlim.

Higartil eru nógv meira ferðafólk enn tað var i 2022, so handan negativa útsøgnin, sum Regin sigur, kenna vit onki til . Eg havi tosa við fleiri sum leiga út við, og tey siga at nógv meira ferðafólk eru í ár enn í 2022.

Tað kann verða at ikki øll hotell eru 100 % fult upptikin, men nógv fólk hava bygt hús um til airbnb.

Um eitt gjald verður sett við flogvøllin og Smyril Line og so harafturat frítt at ganga um allan hagan, fer Nípuhagi í knús, tí at seta skeltir upp nyttar onki. Her má verða eitt manna móttøku hús.

Um eitt gjald verður við landamarkið fer ein stórur partur til umsiting og eitt eljustríð verður at deila tað sindri út, sum eftir er, til allar hagapartar.

Vit hava stongt øki fram við Leitisvatni fyri at verja lendi og tað ríka fuglalívi sum har er, men um frítt verður at ganga, fer hetta lendi og tað ríka fuglalívi eisini í knús.




Hetta niðanfyri hevur verið galdandi í fleiri ár hjá okkum.

Føroyingar ganga ókeypis.

Útlendingar sum eru á vitjan hjá Føroyingum ganga ókeypis.

Útlendingar sum búgva her i Føroyum ganga ókeypis.

Børn frá 0 til 15 ár ganga ókeypis.

Útlendingar gjalda 200 kr og tað er við 25 % MVG.

Frí bil parkering og atgongd til WC eru eisini.

Øll ferðafólk fáa eina forkláring út f stórum myndum og korti.

Ein ferðaleiðari er í økinum av og á til at halda skil á, men vit vilja økja meir um hetta.

Vit dato stempla billettir um ringt sýni er, har tað stendur at tey eru vælkomin aftur ein annan dag uttan at gjalda.

Har er ein stór træ terrassa við ca 100 sitiplássum og har kunnuferðafólk sita og eta sín egna matpakka.

Kaffihúsið virkar eisini sum ein kunningarstova, tí starvsfólk brúka nógva tíð at forklára um nógvar spurningar, so sum at vísa til handlar, matstovur, bussar og annað.


Heilsan

Gunnar Rasmussen Nattestad

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder