

Mynd 1. Nøgdin av makreleggum á hvørji støð, avmyndað sum ljósareyðir sirklar. Støðir við ongum makreleggum eru vístar sum ‘x’ og trolstøðir eru vístar sum bláir ferhyrningar. 2000 m, 1000 m, 500 m og 200 m dýpdarlinjur eru vístar við gráum linjum og landamørk við brúnligum linjum. Litirnir á myndini vísa miðal vatnskorpuhita, mátað við fylgisveini 15.-18. maj 2025.

Mynd 2. Prøvi við makreleggum. Makreleggini eru 1.1-1.3 mm í diametur, og alt eftir hvussu heitur sjógvurin er, tekur tað 1-2 vikur fyri tey at klekjast. Á myndini síggjast bæði nýgýtt egg (1), egg, har larvan byrjar at síggjast (2) og egg við nærum klekingarbúnum larvum (3).
Kanningin hjá Jákup Sverra er partur av felagsskanningum, sum verða gjørdar triðja hvørt ár í havøkinum frá Biskayavíkini og norður til Føroyar, í tíðarskeiðinum frá februar til juli. Umframt Føroyar luttaka Danmark, Niðurlond, Írland, Noreg, Portugal, Skotland, Spania, Stóra Bretland og Týskland.
Ein samlað meting av makrelgýtingini, har úrslitini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd, verður gjørd í august.
Túrfrágreiðing kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald