Mentan

Magnus Reimar í Króki settur í starv sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Magnus Reimar í Króki í starvið sum fyrstalærara í Kaldbaks skúla frá 1. august 2023 at rokna.

2023-06-07 16:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Magnus Reimar í Króki er 34 ára gamal og tók læraraprógv í Blaagaard / KDAS - UCC í Danmark í 2016. Síðan lokna útbúgving hevur hann starvast bæði í donskum og føroyskum fólkaskúla. Tey síðstu trý árini sum lærari í Kaldbaks skúla, og síðan 1. februar í ár hevur hann harumframt verið virkandi fyrstilærari í Kaldbaks skúla.

Magnus Reimar í Króki hevur fyrr verið virkin sum hondbóltsdómari í bestu deildini samstundis sum hann áður hevur verið venjari í ungdómsdeildini í bæði hondbólti og fótbólti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder