2025-03-05 08:00

Magna er 38 ára gomul, sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir sum dygdarmennari í VEKS. Hetta er triðju ferð, at Magna tekur sæti sum varafólk fyri Javnaðarflokkin í hesum valskeiðinum.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Magna Eliana Mørkøre 157 atkvøður. Magna tekur sæti á løgtingi fyri Ingilín D. Strøm, sum er í farloyvi til 31. mars.
Javnaðarflokkurin ynskir Magnu hjartaliga vælkomnari aftur á ting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald