
Um 21 tíðina í gjárskvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður ikki var komin fram. Hann og aðrir høvdu verið á havhestaveiðu, og høvdu síðani verið á Slættanesi.
Maðurin fór til gongu av Slættanesi klokkan fýra seinnapartin í gjár, og fóru hinir hann hevði verið saman við við báti.
Leitað hevur verið eftir manninum í alla nátt, men hann er ikki funnin enn. Leitað hevur verið við dronu, hundar eru í haganum og bátar hava leitað fram við landi. Tjaldrið er nú í Vestmannasundi.
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways fer á flog um eina løtu, tað hevur ikki verið veður at havt hana á flogið í nátt.
Talan er um ein staðkendan mann í 60'inum, og er familjan kunnað. Maðurin hevur ongan streym á telefonini.
Løgreglan heitir á fólk um ikki at fara í hagan at leitað, tí løgreglan hevur hundar á staðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald