Ein maður var í Føroya Rætti í mai í ár dømdur fyri skammfaring av eini ær. Maðurin hevði svævað ærina uttan at hava nýtt nøktandi doyving áðrenn. Sambært djóravælferðarlógini er tað at meta sum skammfaring at svæva uttan nøktandi doyving áðrenn.
Føroya Rættur gav manninum eina sekt fyri brotið.
Ákæruvaldið kærdi málið til Eystara Landsrætt við pástandi um, at maðurin skuldi verða dømdur fongsulsrevsing fyri brotið. Ákæruvaldið gjørdi galdandi, at djóravælferðarlógin ikki heimilar sektarrevsing fyri skammfaring, og at maðurin tí skuldi dømast eina fongsulsrevsing.
Landsrætturin tók undir við ákæruvaldinum og dømdi mannin 20 daga treytaða fongsulsrevsing.
Mentan
Maður revsaður fyri at hava svævað eina ær
Eystari Landsrættur hevur í dag sagt dóm í einum máli um skammfaring av seyði - Skammfaring av seyði revsað við fongsli
Mynd: KVF
2023-08-31 14:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald