2025-03-16 09:17

Klokkan 01:10 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður var dottin uttanfyri Hotel Hilton í Havn. Falli var umleið 3 metrar.
Maðurin í 50'inum var stutt eftir staðfestur deyður. Løgreglan gjørdi ymiskar avhoyringar í nátt, men mugu avhoyringarnar takast upp aftur í dag. Kannað verður eisini um nakað illgrunasamt er fari fram.
Fólkini ið vóru á staðnum, og tey avvarandi hjá manninum fáa bjóðað kreppuhjálp.
Avvarandi hava fingið boðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald