Vinna

Maður doyði umborð á Suðringi

Suðringur var staddur 100 fj. í útsynning úr Suðuroynni, tá ið ein av manningini fall í óvit sunnunáttina

2022-02-14 09:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

MRCC fekk í sunnunáttina boð frá M/T Suðringi, at ein av manningini var fallin í óvit, og at teir høvdu brúk fyri skjótari læknaviðgerð.

Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways var boðsend, men veðrið var so ólagaligt, at tað ikki bar til at sleppa niður á trolaran, tí var avgjørt, at Suðringur skuldi sigla til lands, men maðurin doyði á veg inn. 

Talan er um ein útlending, sum var partur av manningini á Suðringi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder