Soleiðis endar Kristina Sørensen Ougaard, leikari, sína innleiðing í leikskránni til leikin Lykkenborg, og eg kundi ikki verið meira samdur!
Í dýrdarveðri í gjárkvøldið, var frumframsýning av leikinum Lykkenborg í Listastovuni í Miðvági. Leikurin byggir á lívið hjá Pól Jóhannus Poulsen, eyknevndur Lykken. Pól Jóhannus vaks upp í Miðvági, hann var ikki sum hini og hugur hansara var øðrvísi og heldi hann ímóti listaligum arbeiði. Leikurin sigur søguna um hvussu Pól Jóhannus treiskaðist við og, ímóti øllum brøgdum, megnaði at byggja listaverkið Lykkenborg – ein villiniborg, sum var so stór í vavi, at tann, sum sá hana misti ondina, og so fløkjalig, at tann, sum hættaði sær at fara inn í hana segðist at aldrin koma út aftur. Leikurin sigur eisini søguna um, tá Pól Jóhannus sum tannáringur, varð sendur til Danmarkar á Rødbygård, ein av mongu ótespiligu stovnunum undir Åndssvageforsorgen.
Tað er leiklistabólkurin Det Ferösche Compagnie sum hevur sett leikin upp, við tí endamálið, at siga søguna um Pól Jóhannus Poulsen, og harvið fáa listamannin ritaðan inn í listasøgu Føroya og Lykkenborg, stórverk hansara, endurreist sum tað týdningarmikla listaverkið tað var.
Tey sum eru uppvaksin í Miðvági – í eldra ættarliðinum, minnast øll, ella hava øll hoyrt um Pól Jóhannus og Lykkenborg. Søgurnar eru nógvar og fjøltáttaðar, men eisini eins ósamsvarandi sum fatanirnar eru hjá okkum menniskjum er av veruleikanum. Det Ferösche Compagnie hevur við leikinum skapað sína egnum søgu um Lykken og Lykkenborg, har vit sum áskoðarar ferðast á markinum millum veruleika og fiktión.
Sum bygdardrongur í Miðvági, havi eg hoyrt søguna um Lykken nógvar ferðir við nátturðaborði hjá ommu, men at søgan um Lykkenborg skuldi enda við einum listarligum leikverki, á høgum støði, í Listastovuni, tað hevði eg ikki sæð fyri mær.
Leikurin er snildur, tí hann fær okkum øll at steðga á, og hugsa um øll tey ið ikki "tekna beinar linjur", og lukkutíð fyri okkum og okkara samfelag, har vit sum kommuna ynskja at rúma og fjálga um fjølbroytni. Vit skulu øll kunna vera her, vit eru øll borgarar, og geva øll okkara íkast til tað samfelagið vit liva í.
Sum borgarstjóri var eg errin!. At kunna sita í Miðvági, eitt mikukvøld í Listastovuni, til ein so stórbæran og týdningarmiklan sjónleik.
Eg var bergtikin! Bergtikin av søguni, av orkuni og tí nærleika ið leikurin hevði. Leikarin Kristina Sørensen Ougaard, leikstjórin og leikarin Búi Dam, og tónleikurin hjá Dánjal á Neystabø spældi alt upp í eina hægri eind, saman við ljósi, pallsmíð og koreografi. Ein framúr leikur, har eg siti eftir við nógvum tonkum, eri hugtikin og undrist yvir okkara søgu, okkara samtíð og framtíð.
Bravissimo!
Bjarni Prior
borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald