Veðrið

LV - Ávaring um koyrilíkindini

.

Mynd: Sigird Petersen

Mynd: Sigird Petersen

2025-01-12 20:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Koyrilíkindi

Ávaring
ÁVARING: Kl. 20:30 Fleiri enn 50 størri og minni áarlop hava verið higartil í dag, serliga á Streymoynni, í Eysturoynni og á Kalsoynni, og nógv vatn er framvegis á vegunum, ein stórur hylur er á landsvegnum omanfyri Skála og nógv vatn er við Magnstøðina við Streymin og á landsvegnum við Magnstøðina í Gøtudali og báðumegin uttanfyri Leynatunnulin. Vit vilja mæla fólki frá at koyra á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er ikki ráðiligt at koyra eftir Selatraðarvegnum og Elduvíkarvegnum, maskinan fer ikki at grava har aftur í kvøld. Bilførarar mugu vísa størsta varsemi tá koyrt verður millum bygdir.

  • Dalavegur til Viðareiðis  - kl. 20:45 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Klaksvík, Gerðabøur - kl. 20:41 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 31 m/s
  • Syðradalur - kl. 20:41 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 33 m/s
  • Gjáarskarð - kl. 20:50 Skrið, í hvirlunum upp til 37 m/s
  • Kambsdalur - kl. 20:50 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Gøtueiði - kl. 20:49 Skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s
  • Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 20:40 Stormur, í hvirlunum upp til 35 m/s
  • Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 20:50 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 31 m/s
  • Høgareyn - kl. 21:00 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Á Sandavágshálsi - kl. 20:45 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 20:51 Skrið, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • við Velbastaðháls - kl. 20:50 Stormur, í hvirlunum upp til 34 m/s
  • Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 20:51 Skrið, í hvirlunum upp til 30 m/s
  • Hvalba - kl. 20:40 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 28 m/s
  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 20:49 Skrið, í hvirlunum upp til 40 m/s
  • Porkerishálsur - kl. 20:46 Skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder