 
 Í dag, 30. oktober 2025 er serstøk avtala um løn undir útbúgving loksins avtala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og tey trý fakfeløgini - Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Serstaka avtalan ásetur millum annað, at starvsfólk við útbúgvingarsáttmála verða lønt við 50 % av byrjanarlønini fyri ávikavist útlærdar heilsuhjálparar, heilsurøktarar ella námsfrøðiligar hjálparar. Eisini eru ásetingar um gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð, eftirløn, frítíð og barsil partur av avtaluni.
Avtalan er at finna á heimasíðu felagsins www.kaf.fo
Tórshavn 30. oktober 2025
Kommunala Arbeiðgevarafelagið
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald