Politikkur

Løkke og hash

Tað hevur ikki verið frammi í orðaskiftinum í Føroyum, at flokkurin hjá Løkke, sum framvegis situr í samráðingum við javnaðarmenn og vinstramenn um at skipa stjórn, hevur á síni stevnuskrá, at hash og onnur rúsevni skulu avkriminaliserast.

2022-11-28 18:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tær lógir, danir seta í verk, plaga at koma til okkum eisini, so hetta mál fer uttan iva at koma fyri í nývalda løgtinginum.

Ein av tinglimunum hjá Løkke, Nanna Gotfredsen, er løgfrøðingur og hevur arbeitt fyri at hjálpa teimum, sum koma tvørt fyri undir galdandi reglum. 

Hon sigur, at kriminalisering er stigmatisering, brennimerking, og hevur ta avleiðing, at tey sum eru stigmatiseraði ikki venda sær til heilsuverkið nóg tíðliga og tí missa armar og bein og mong doyggja av yvirdosis. Hon heldur, at revsiskipanin skal nýtast tá onkur ger seg inn á onnur og ikki fyri at verja nakran ímóti sær sjálvum.

Hon vísir eisini á eitt álit sum 12 felagsskapir undir ST komu við í 2019. Har verður viðmælt at avkriminalisera narkotika til egna nýtslu.Tað er oyðsl hjá tí almenna at nýta tilfeingi fyri at leggja eftir vanligum fólkum, sum av og á fáa sær rúsevni, tí tey flestu fáa ongan serligan skaða. Heldur skulu tey sum eru illa fyri fáa dygga viðgerð.

Tað er ein bólkur, sum er ímóti avkriminalisering, og tað eru teir kriminellu.Teir fáa sum er skattafría inntøku, sum teir missa við hesi lógarbroyting. 

Tað er tí at vóna at tað løgting, sum verður valt 8. desember fer at fylgja sum Løkke slóðar, heldur enn at ganga mafiabossum til handa.

Zakarias Wang
Valevni Sjálvstýrisfloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder