2022-12-17 08:41
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
GEV GÆTUR: Tað er hált um alt landið, tað er koyrandi frá Havn til Vágarnar. Tað er koyrandi frá Klaksvík til Havnar ígjøgnum Eysturoyartunnulin.
Tað er ikki koyrandi á Vestmannavegnum, Saksunarvegnum, Eiðisvegnum, Funningsfjarðarvegnum, Elduvíkarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og á Viðareiðsvegnum.
Tað er ikki koyrandi vestanfyri Norðskálatunnulin.
Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum.
Tað er ikki koyrandi á Fámjinsvegnum.
Tað er ikki koyrandi á Sandoynni.
Tað er komið rættuliga nógvur kavi niður í nátt og tað eru ring koyrilíkindir til nógvar bygdir sum maskinurnar ikki er komnar fram til at grava enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald