Veðrið

Løgreglan: Rættleiðing

Fyri stuttari tíð síðani umrøddi Kringvarp Føroya brot á § 266b í revsilógini

2022-12-20 16:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

§ 266b ásetur, at tann sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður vð sekt ella fongsli í upp til 2 ár.

Í sambandi við umrøðuna hevði Kringvarp Føroya fingið tøl frá Føroya Politi, sum vístu, hvussu nógv mál vóru skrásett hjá politinum um brot á ásetingina.

Skipanin, sum Føroya Politi nýtir at skráseta mál í, er ein døgnrapportskipan, sum ikki stuðlar undir hagtalsframleiðslu. Tað verður tí gjørt vart við, at upplýsingar úr skipanini skulu takast við ávísum fyrivarni, av tí at dagføringar og skrásetingarhættir kunnu hava við sær, at hagtøl ikki eru heilt dekkandi.

Tað hevur víst seg, at tølini, sum Føroya Politi gav Kringvarpi Føroya tann 5. desember, ikki vóru heilt røtt. Føroya Politi kemur tí við hesi rættleiðing.

Í árunum 2006-2022 hevur Føroya Politi skrásett hesi brot á § 266b:

Ármál
 20061
 20071
 20081
 20090
 20100
 20110
 20121
 20130
 20140
 20150
 20160
 20170
 20182
 20191
 20202
 20213
 20226


Hetta eru í alt 18 mál um brot á § 266b.

Av hesum eru 10 mál slept. Orsøkirnar til, at málini eru slept, eru ymiskar. Vanligastu orsøkirnar eru, at útsøgnin ikki er sett fram alment ella við størri útbreiðslu í hyggju og tí ikki er fevnd av § 266b, ella at ákæruvaldið í aðra máta hevur mett, at tað ikki ber til at lyfta próvbyrðuna fyri, at brot á § 266b er farið fram.

Í einum máli er dómur fallin.

Sjey mál eru áleikandi hjá Føroya Politi.

Føroya Politi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder