Annað

Løgreglan leitar eftir meksikanara - ryggsekkur funnin í Mykinesfirði

Føroya Politi leitar í løtuni eftir 68 ára gamla meksikanaranum, Pedro Enrique Moreno Hentz.

2025-09-04 22:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hann varð seinast sæddur á gistingarhúsinum í Tórshavn fyrrapartin 3. sep. 2025. Seinastu telefonupplýsingar hansara staðseta hann nærhendis Bøsdalafoss um middagsleitið sama dag.

Seinnapartin í dag (4. sep. 2025) varð ryggsekkur hansara funnin í Mykinesfirði.

Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Pedro, kann ringjast á tlf. 351448.

//

Missing person announcement!

The Faroese Police are seeking information on the whereabouts of 68-year-old Mexican, Pedro Enrique Moreno Hentz.

Pedro was last seen at the hotel in Tórshavn on the morning of 3 September 2025. His most recent phone data placed him near Bøsdalafoss in Vágar around midday the same day.

Earlier today, 4 September 2025, his backpack was discovered in Mykinesfjørður.

Anyone with information that may assist in locating Pedro, is asked to contact the Faroese Police on +298 351448

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder