Fyrsta vindfráboðanin kom í nátt úr Hoyvík, har vindurin hevði gjørt skaða á eina altan. Í Trongisvági var eitt vindeyga fari ígjøgnum. Á Tvøroyri fór tekjan á einum neysti.
Í Klaksvík sleyt Polarhav ein enda. Løgreglan fekk aftur boð úr Klaksvík klokkan 05:20, at Polarhav aftur var væl bundin.
Klokkan 05:30 fór tekjan á einari garasju í Hvalba. Vindeyga fór ígjøgnum í Hósvík.
Klokkan 05:40 fekk løgreglan eina fráboðan um, at endarnir á einum báti vóru vit at slita í Vági. Eisini fekk løgreglan eina fráboðan úr Vági um, at leysar takplátir vóru í einum túni.
Seinni kom aftur ein fráboðan úr Hvalba, at vindurin hevði tikið nakrar takplátir.
Á Toftum og í Klaksvík vóru húsaklædningar farnir. Av Argjum fekk løgreglan eina fráboðan um, at takflisar vóru loysnaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald