Annað

Løgreglan: - Tað hevur gingið gott

Løgreglan hevur havt ymiskt á skránni, men eingin alvorligur eldur ella skaði av fýrverki.

2025-01-01 09:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 08:15 kom ein fráboðan úr Miðvági, at ein lítil eldur var í einum bili. Vit sendu fólk vestur og átaksleiðarin fór eisini á staði. Eigarin av bilinum fekk sløkt eldin sjálvur.

Um 16 tíðina var ein bilur farin útav vegnum í Hósvík. Har bleiv førarin tikin uppá sekstímar reglugerðina, tí hann blásti meira enn hvat hann hevði loyvi til. Blóðroynd er tikin av førarinum.

Klokkan 20:04 kom ein fráboðan av Toftum, at eldur var komi í deyðagras. Helst kom eldurin av fýrverki.

Á Dali á Sandoynni festi fýrverk eld í eina flagtekju.

Í nátt vóru fólk bangin fyri at bál fóru at breiða seg, og tað hevur løgreglan fingu fleiri fráboðanir um í nátt.

Í Vági kom eldur í turrhoyggj beint við har bálið í Vági er.

Klokkan trý í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at herverk var gjørt á ein rút í einum handli í Havn. Løgreglan fekk fatur á einum persóni, sum var ófantaligur. Løgreglan tók persónin við á løgreglustøðina har hann liggur í brummuni. Hann fær eina heilsan frá løgregluni tá ið hann vaknar, og verður leyslatin aftur.

Klokkan 05:30 fekk løgreglan eina fráboðan um møguligan harskap í Sørvági. Løgreglan fer at tosað við fólk seinni í dag tá ið tey eru komin fyri seg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder