Vinna

Lógarbrot uttan avleiðingar

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er “torført ella ógjørligt" at finna fram til, hvør hevur dálkað havumhvørvið við plasti. Tí fær tað ongar avleiðingar. Tað vil siga: Øll kunnu bróta lógina um umhvørvisvernd uttan, at tað fær nakrar avleiðingar.

2022-09-27 10:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Men tað eigur at bera til at finna tann seka. Landsstýrismaðurin sigur sjálvur, at plastlikamini, sum eru funnin í havhestaungum norðanfyri, tykjast vera av sama slag, sum tey, ið verða brúkt í biofiltrum á fleiri smoltstøðum.

Er tað ikki ein fín byrjan til at finna útav, hvør hevur brotið lógina? Tað vildi eg hildið.

Men umhvørvisdálking verður ikki tikin í álvara. Fleiri dømi hava verið um tað sama. Nøkur fá kunnu nevnast. Vrakið av Hellutanga liggur enn á Víkum, hóast tað er hálvtannað ár síðan, at Hellutangi sleit og rak á land. Oljudálking var í Mykinesi í summar, har tað bleiv sagt, at 400 litrar av olju vóru farnir á sjógv, "men tíbetur hevði hetta ikki gjørt nakran skaða".

Vit verða noydd til at taka hesar hendingarnar í álvara. Eisini um talan er um óhapp. Hví hava eina lóg, um hugburðurin er, at tað er ógjørligt at finna tey, sum bróta hana? Ímyndið tykkum, um hesin hugburðurin eisini var galdandi fyri aðrar lógir í hesum landinum?

Eitt framstig í málinum um plastlikamini í havhestaungunum hevði til dømis verið at merkt plastlikamini í biofiltrum við tølum ella nøvnum. So hevði tað borið til at spora tey aftur til eitt ávíst virki. Hetta hevði gjørt tað gjørligt - ella í øllum førum ikki ógjørligt - at funnið fram til tann seka.

Eitt annað uppskot kundi verið, at um ongin vilji er at finna dálkaran, so í øllum førum at rudda upp fyri viðkomandi. Eitt nú kundi hvørt loyvi, ið verður útflýggjað til serliga dálkandi vinnu, havt við sær eitt uppruddingargjald, ið verður savnað saman til at gjalda fyri upprudding av slíkari dálking.

Har tað er ein vilji, er tað eisini ein vegur. Men viljin er ikki til staðar í løtuni. Vit skulu finna útav, hvør hevur ábyrgdina av at dálka okkara havumhvørvi. Tað er púra avgerandi fyri, at somu fólk ikki bróta lógina aftur og aftur.

Tí fari eg at heita á landsstýrismannin um at vísa ein øðrvísi hugburð og taka umhvørvismál í størri álvara.

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder