2022-05-23 15:37
Klokkan 04:45 í morgun fóru bippararnir hjá okkum í gongd.
Tað var trolarin Jaspis, sum hevði fingið trupulleikar við gearinum og fekk ikki siglt.
Rescue LÍV loysti av Bursatanga klokkan 05:08 og vóru hjá Jaspis klokkan 05:35.
Jaspis var tá staddur fýra fjórðingar eystur úr Eystnesi.
Veðrið var av tí allar fagrasta, og tað gekk væl at sleipa.
Rescue LÍV var á Havnini við Jaspis klokkan 08:15.
Jaspsis er størsta far, sum nýggi Rescue LÍV hevur sleipað hesi trý árini, báturin hevur verið í Føroyum, tað skrivar Rescue Lív á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald