Mentan

Listastovan ein pallur á Vetrarjazz25 festivalinum

Aftur í ár er Listastovan ein pallur til Vetrarjazz 2025 festivalin, og vit fáa í ár vitjan av SWAY. Hetta verður hóskvøldið 30. januar kl. 19.30.

2025-01-29 13:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


SWAY er ein framúr jazztrio, kvinnað av Marionnu Winther Nagata, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen.

Tær tríggjar syngja livandi og sera undirhaldandi løg - a capella. Trio’in dregur serligan íblástur frá vælumtóktu jazztrio’ini The Andrews Sisters, ið slóðaði fyri í 1930-talinum. SWAY framførslan er samansett við gomlum tilfari, hjá eitt nú The Andrews Sisters og egnum tilfari, ið tær hava skrivað, innanfyri sama stíl.

Sum nakað serligt til hesa framførsluna, sum er partur av Vetrarjazz25, hava tær fingið nakrar av Føroya fremstu tónleikarum við sær, ið ríka tónleikaligu upplivingina við kontrabassi, klaveri og trummum.

Bólkurin er:

Marianna W. Nagata (sang & luft trompet), 

Dania O. Tausen (sang & luft kazu), 

Katrina Olsen (sang & luft trompet), 

Torleik Mortensen (kontrabass), 

Kristian Pauli Ellefsen (klaver), 

Per I. H. Petersen (trummur)

Hetta verður ein framførsla, ið sameinir klassiska jazznostalgi við modernaðan tónleik. Miss ikki møguleikan at uppliva hetta serliga kvøldið á Vetrarjazz 2025 í Listastovuni.

Tryggja tær atgongumerki til konsertina á www.atgongumerki.fo. Vetrarjazz25 festivalpass sum er galdandi til allar konsertirnar á ársins Vetrarjazz festivalinum er eisini galdandi til konsertina við SWAY í Listastovuni. Festivalpassið kann eisini keypast á www.atgongumerki.fo.

Konsertin við SWAY er somuleiðis ein partur av Økistónum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder