
Lisa var styrkismett nr.9 í bólkinum, men telvaði alla kappingina við tryggleika og flogviti. Hon byrjaði kappingina við at vinna móti einum dana. Síðani vann hon móti finskari gentu í 2. umfari, og vann Lisa virðisløn fyri besta talv tað umfari. Í 3. umfari vann Lisa á íslendskari gentu og síðani einari norskari í 4. umfari.
Avgerandi talvið í 5. umfari var móti finskari gentu, styrkismett nr. 3 í kappingini. Vinnarin av talvinum fór at standa eftir við øllum. Nógv stóð tí uppá spæl.
Lisa fekk tíðliga í talvinum, eina sterka miðju og fyrimun í støðuni. Hetta gagnnýtti hon til at vinna sær eina finnu. Javnleikur var nóg mikið til at vinna norðurlendska meistaraheitið, so í einari støðu við greiðum fyrimuni tók Lisa av remistilboðinum frá mótstøðugentuni. Sostatt gjørdist Lisa meistari við 4,5 av 5 stigum.
Natasja Mørkøre hevur eisini luttikið í kappingini. Hon byrjaði væl við einum remis móti íslendara styrkismett nr. 4 í kappingini. Síðani kom enn eitt remis hjá Natasju móti einum javnt sterkum telvara úr Íslandi. Í 3. umfari mátti Natasja so lúta fyri sterkari íslendskari gentu, styrkismett nr. 6 í kappingini. Í 4. umfari tapti Natasja síðani fyri danskari gentu, og er hetta helst talvið hon kemur at iðra seg mest um. Hennara seinasta talv er ímóti einari danskari gentu, og er tað ikki liðugt í skrivandi stund. Støðan er tó jøvn og kann talvið fara báðar vegir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald