Vinna

Lions letur Hoyr 50.000

Felagið fyri tey við hoyribreki og niðursettari hoyrn, Hoyr, ið arbeiðir nógv við tinnitus, fær gjørt nógv meira, nú tað hevur fingið ágóðan frá stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti.

Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, saman við Ásu Olsen, forkvinnu, og Lív Lervig, nevndarlimi, tá ið Hoyr fekk ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti

Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, saman við Ásu Olsen, forkvinnu, og Lív Lervig, nevndarlimi, tá ið Hoyr fekk ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti

2023-06-09 09:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Hoyr er kanska eitt felag, ikki so nógv hevur verið at hoyrt til, og tað hevur eisini sínar góðu grundir, tí hóast felagið skjótt hevur 31 ár á baki, lá tað stilt í fleiri ár, men er nú komið í gongd aftur.


– Fyri einum trimum árum síðani kom lív í aftur felagið, sum eftir hesi stuttu tíð er komið upp á 80 limir, greiddi Ása Olsen, forkvinna í Hoyr, frá um felagið, tá ið tað í vikuni fekk peningaligan stuðul frá Lions Club Tórshavn.


– Vit hava stórt sæð einki havt at arbeitt við, so tí var tað fantastiskt fyri okkum, at vit nú stóðu fyri tørni at fáa eina hjálpandi hond frá Lions. Tað er ein fantastiska kærkomin gáva, ið hevur nógv at siga, hvussu vit fáa arbeitt frameftir.


Munað hjá øllum

Dystirnir hjá kvinnum og monnum um Lionsbikarið í fjørsummar og stórsteypadystirnir í fótbólti í vár kastaðu so mikið av sær, at Lions kundi lata Hoyr tilsamans 50.000 krónur frá teimum fýra dystunum.


– Hoyr er felagið fyri fólk við hoyribreki og niðursettari hoyrn, og tað kann vera so øgiliga nógv ymiskt. Tí kunnu tað vera nógvir og ymiskir trupulleikar, ið okkara limir hava at dragast við, men vit hava arbeitt øgiliga nógv við tinnitus, sigur Ása Olsen.


– Hildið verður, at millum 10 og 20 prosent av okkum øllum hava tinnitus, so hetta rakar mong. Saman við norðmonnum og íslendingum hava vit havt eina verkætlan, ið hevur havt sera góð úrslit, tí hon munaði hjá øllum, ið vóru við. Millum annað ætla vit nú at stovna nakrar tinnitusbólkar.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder