Føroya Arbeiðsgevarafelag fer aftur í ár at vera vertur fyri Vinnudegnum.
Nú fáa føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugað aftur møguleika at kunna seg um viðkomandi evni á Vinnudegnum og at hittast til gaman og álvara. Ársins Virki og Vinnuátakið verða sjálvsagt eisini kosin og heiðrað á ársins Vinnudegi.
At hoyra á Vinnudegnum 2022 verða:
- Ole Jacob Sunde, norskur íverkseti, íleggjari og nevndarformaður í m.a. Scott Trust
- Patrycja Riera, stjóri á Inclusionem og serfrøðingur í inklusjón og fjølbroytni
- Kjak: ‘Frá Vakstrarforum til veruleika’
Nú ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin. Limir, sum melda til áðrenn 6. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.
Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarin ár verður hildin í Norðurlandahúsinum. Veitslan verður hesaferð hildin í nýggja bryggjarínum OY, sum heldur til á Hálsi í Havn.
Týsdagin 6. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2022.
Tilmeldingarfreistin er týsdagin 27. september 2022.
Tilmelding fyri limir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald