2023-03-03 18:49
Dansistovan í Sørvági: Leygardagin verður fótbóltsárið skotið ígongd á Dungasandi, tá okkara menn taka ímóti ÍF, og samstundis er stóri steypafinaludagurin í flogbólti har SÍ er í 9 av 10 finalum!
Eitt slíkt kvøld enda vit best við einum góðum dansi, og tí borga Signar í Homrum og hansara menn fyri.
Giljanesbussar syrgja fyri, at tey hinumegin vatn sleppa aftur og fram, og bussur koyrir frá Virkishúsinum við Ánna (gamla SÍF-húsið) kl. 23:30 og yvirum aftur tá ið tað endar.
Bíggjarsfólk sleppa eisini uppí part, og giljanesbussar koyra frá parkeringsplássinum í Bø á miðnátt
Kostnaður fyri dansin: 150,-
Kostnaður fyri buss er 50,- hvønn vegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald