2022-10-08 08:44

Gjáramorgunin var eitt útlendskt par fari út á Trælanípu, men um 10 tíðina kom maðurin einsamallur aftur til Miðportur, har hann boðaði frá, at kona hansara var horvin.
Stór leiting var sett í gongd, at finna kvinnuna í 30unum, men í gjárskvøldið var hon ikki funnin.
- Størsti parturin av økinum er gjøgnumgingin væl og virðiliga bæði við hundum og við bjargingarfólkum, og einki er funnið, sum hevur nakran týdning fyri málið, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini við portal.fo í gjár.
Leitingin er tikin uppaftur í morgun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald